15.12.2009 · Umhvørvismálaráðið

Sig tína hugsan um vakstrarætlanina hjá landsstýrinum

Tú kanst siga tína hugsan um tey 23 ítøkiligu átøkini fyri at fáa vøkstur og virksemi í samfelagnum.

Vøkstur og virksemi

Vinnumálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við eini vakstrarætlan, undir heitinum “Vøkstur og Virksemi”. Endamálið við vakstrarætlanini er at økja um virksemið í landinum innan rímiliga stutta tíð og harafturat at tryggja framhaldandi vøkstur. Vakstrarætlanin inniheldur 23 ítøkilig átøk og fevnir hon um fleiri ymiskar vinnugreinar – bæði tær meira siðbundnu og nýggjari vinnur.

Vit vilja fegin hoyra tína hugsan. Her kanst tú síggja átøkini, sum ætlanin er at fremja.

Vakstrarætlan: Vøkstur og Virksemi