Uppskot til nýggja miðlastuðulslóg

Heiti
Uppskot til nýggja miðlastuðulslóg
Frágreiðing

Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta. Samgongan hevur styrkt Kringvarpið fíggjarliga, og samgongan ynskir, at játtanin til miðlastuðul hækkar munandi. 

Í uppskotinum til nýggja miðlastuðulslóg verður farið verður frá, at 30% av árligu játtanini til miðlastuðul fara til vanligan rakstur, men heldur at 60% av játtanini fara til skjalprógvaðar útreiðslur til beinleiðis journalistiska framleiðslu hjá viðkomandi tíðindamiðli ella miðlasamtaki. Á tann hátt verður journalistiska framleiðslan avgerandi fyri rakstarstuðulin. Eisini verður skotið upp, at farið verður frá verkætlanarstuðlinum til ein íverksetarastuðul til at seta á stovn ein nýggjan tíðindamiðil í senn, so tað ikki gerst ov smábýtt. Tíðindamiðilin skal miðla sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar. Tilsøgn um íverksetarastuðul skal kunna latast yvir fimm ár.

Ummælisfreistin er farin
08.10.2025
Ráð
Føroya Landsstýri
Øki
Mentanarøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
10.09.2025
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
23 19592 TIL Hoyringar Uppskot Til Ll Um Miðlastuðul